Kanna teg
Føroyakanningin
Inntil eitt alment kanningartilboð verður bjóðað, er møguligt hjá føroyingum at lata seg kanna privat. Amplexa Genetics í Danmark bjóðar “Føroyakanningina”, sum kannar fyri tær mest vanligu ílegubroytingarnar millum føroyingar.
Prísir
Avsláttur er at fáa frá Amplexa, um fleiri persónar bíleggja eina kanning í felag.
- Einstaklingur
- 3.800 DKK
- Par
- 5.200 DKK
- Húski*
- 7.400 DKK
- *í mesta lagi 5 familjulimir
Mannagongd
Tá tú bíleggur eina kanning, sendir Amplexa tær eitt hylki til spýttroyndina. Tín spýttroynd skal síðani sendast aftur til Amplexa, har royndin verður kannað fyri ílegubroytingarnar. Kanningarsvarið væntast at vera klárt eftir 4 til 5 vikum, og verður sent til tín við telduposti.